Ein róligur vegur til meira styrki, nærveru og sálarró

Qigong, klangterapi og sansastimbran, í samljóð við náttúruna. 

Klangterapi

Klangbað

Ljóðbað

Klangschale

 
Stimbrar djúpa hvíld

Klangbað er ein djúp avslappandi heilsustimbran, har ljóðið frá klangskálunum og øðrum nátúrligum ljóðføri stimbra kropp sál og sinn. Tú liggur og hvílir, meðan ljóðbylgjurnar fáa loyvi at bera teg inn í kvirru, eina hvíl og innara javnvág.

Eitt klangbað, er í einum størri rúmi saman við øðrum, har øll liggja og hvíla á máttum við teppum og njóta ljóðbylgurnar.

Klangskálurnar bera ljóð, sum ikki einans hoyrast – tær merkjast, djúpt inni. 

Klangsbaðið er við til at skapa eitt rúm har tú kann uppliva ein

🌿 Innara frið og hvíld

🌿Vibratiónirnar frá klanginum smjúga gjøgnum kropp og sinn og dempa órógv. 

🌿Nervalagið finnur ró, og tú verður leidd/ur inn í eina djúpa, balsameraða hvíld.

Klangmassasja

Klangmassasja – er ein varlig og sansastimbrandi viðgerðarháttur

Sum fer fram uttaná klæðunum. Klangskálarnar, ið verða nýttar, eru hondgjørdar eftir gomlum tibetanskum siðum og samansettar av fleiri metallum. Tær eru gjørdar soleiðis, at ljóðið breiðir seg niður í kroppin og ávirkar bæði kropp og sinn. Skálarnar verða lagdar á útvald støð á kroppinum, og hvør viðgerð verður tillagað individuelt eftir tørvi hjá tí einstaka.

Klangmassagan byggir á aldargamla vitan úr indiskari og tibetanskari heilsulæru, har ljóð og vibratiónir hava verið brúkt til terapeutisk endamál í túsundtals ár.

Kroppurin er umleið 80 % vatn, og vibratiónirnar frá klangskálunum ferðast sum mjúkar bylgjur gjøgnum kroppin og ávirka hvørja einastu kyknu. Hon stimbrar kroppin til sjálvhealing og skapar djúpa hvíld, ró og innara javnvág. Vibratiónirnar frá klanginum smjúga gjøgnum kropp og sinn og dempa órógv. 

Klangmassasja kann hjálpa at:
• minka um strongd
• loysir blokeringar og minkar um spenningar
• skapa djúpa kroppsliga og sálarliga hvíld
• loysir blokeringar
• styrkja sjálvsfatan, orku og vælveru

Við klangmassasju verða bylgjurnar varðisliga leiddar í eitt avslappað støði ímillum alfa og theta heilabylgjur, sum kroppurin vanliga bert upplivir beint áðrenn hann sovnar. Tí uppliva mong eina kenslu av hvíld, lættleika og djúpari nærveru – hóast ein er vakin undir allari viðgerðini.

Klangmassasja hevur fokus á at styrkja tað sunna í menniskjanum. Við at skapa ró og samljóð í kroppinum verður grundarlag lagt fyri náttúrligari heiling og vælveru.

Møguleikið er at bíleggja eitt Qigong retreat í Spania

Hava funnið eitt fantastist stað sum egnar seg sera væl til endamálið. Hotellið er lætt at koma til og tænastan er í heimsklassa. Her er møguleikið fyri at bíleggja eitt retreat fyri serstakar bólkar.
Um tit eru ein kvinnubólkur, bindiklubbur ella okkurt heilt annað. Bólkarnir kunnu vera millum 7 til 14 fólk.

Leiðin gongur niðan í fjøllini til lítla fitta hotelið sum liggur sera friðarliga í útjaðarinum av La Vall de Laguar dalinum.
Skipa verður fyri flogferðini úr Føroyum og aftur.

Altíð vælkomin at seta teg í samband við meg á sansa@sansa.fo ella messenger á facebook síðini hjá Sansa ella á 219123.

Qigong lið byrja í Grønlendingahúsinum

Jøkulstræti 8. Tórshavn.

Vit venja mánadagar 13.30 – 13.30 og mikudagar frá kl 14.30 -15.30.

Vit byrja 19. januar og halda áfram í 10 vikur.

Qigong er ein blíður men djúpur máti at røkja kroppin.
Við mjúkum rørslum, djúpum andadrátti og tilvitaðari nærveru
vekir tú orkuna í kroppinum og letur spenningar sleppa.

Qigong kann hjálpa tær at:  fáa meira orku, mýkja liðir og vøddar og stuðla náttúrliga javnvágnum í kroppinum. 

Ein løta við Qigong er ein gáva til kroppin.

                                                            🌸 🌿

Altíð vælkomin at seta teg í samband við meg á sansa@sansa.fo ella messenger á facebook síðini hjá Sansa ella á 219123. 

Qigong-retreat í Portugal oktober 2025

Finn tína orku og fá meira javnvág og gleði inn til títt lív.

Kom við á Qigong retreat í Portugal langt burtur frá tínum skundmikla gerandisdegi.

Har er okkara serliga uppgáva, at leiða teg inn í eina oasu av friði og javnvág.

Har fært tú skapt tær meira orku (Qi) við betri heilsu, leking og lívsmegi.

Hetta er ein uppiborin steðgur í einum gerandisdegi í vanligum meldri til at fáa stundir til at sansa og vera.  Har vit samstundis kveikja njótandi lívsmátt við teimum róligu rørslunum, og friðinum sum er í sjálvari náttúruni.

 

Um ferðaætlanina:

 

 

Vit flúgva úr Keypmannahavn 21. oktober til Faro í Portugal og aftur úr Faro til Keypmannahavn 27. oktober 2025

Har vit verða heintaði á flogvøllinum og koyrd beinleiðis til Casa de Cura, ið er har vit gista.

 
 

Um retreatstaðið:

 Um staðið:

Hetta retreat verður hildið uppi í hugnaligum fjallalendi goymt i hjartanum av  Serra de Monchique i Algarve, 15 minuttir frá Monchique og 40 minuttir frá, Lagos; og langt burtur frá tí dagliga resinum, har vit kunnu vænta okkum eitt fjálgt og hugnaligt uppihald. 

Casa de Cura er ein nýístandgjørd vatnmylla, sum ungu hjúnini Katie og Christian hava gjørt í stand og er blivið til eitt hugnaligt stað. 

Kømrini eru innrættað bæði sum dupultkømur og einkultkømur. 

 ~ UTTANDURÐA HYLURIN: er ein náttúrligur hylur við atgongd til liggistólar, parasollir og handkløð. 

 ~ HAVIN:  Har eru heingikoyggir, havamøblar og friðarligir avslappandi krókar

 ~ UTTANDURÐA RÚMIÐ : Er partvíst yvirdekka uttandurða umráði við atgond til havamøblar og bálstað. Bálstaði verður eftir portugisiskari lóg tendra av eigarunum av Casa de Cura, um tað verður áhugi fyri tí. 

Tú kann lesa meir um staðið her: https://www.casadecura.pt/

 
 

Um retreatið:

Qigong retreatið leggur upp til, at vit fáa eitt lift ímun til okkara innara mentalu orku og fysisku heilsu, har vit við hesum retreatinum eru við til at skapa møguleikar fyri totalari nærveru og hvíld ígjøgnum tær heilsufremjandi rørslurnar, mindfullness og meditatión, sum eru í qigong. Við meditatiónum og visualisering arbeiða vit við at optimera umstøðurnar fyri at sansa og fáa nervalagið at sissast… Eisini fara vit at njóta gongutúrar í náttúruvakra landslagnum í hjartanum í Serra de Monchique, sum liggur í Algarve økinum í Portogal. 

 

 

 Vit fara at hava ymist á skrá hvønn dag, m.a. verður:

  • Qigong-venjingar morgun og kvøld
  • Meditation og andadráttsvenjingar 
  • Klangbað 
  • Frálæra við ymsum evnum, sum eru relaterað til tað góða lívið
  • Góður køkur har vit fáa heilsugóðan kost og alt ið hartil hoyrir
  • Spennandi gongutúrar í tí vøkru náttúruni
  • Egin tíð til avslappandi løtur og gongutúrar í náttúruvakra umhvørvinum
  • Møguleika fyri at fara eina útferð til strondina
  • Góð samvera
  • Á retreatinum verður eisini møguleiki fyri at bíleggja ymsar avslappandi massasjur. 

Dømið um ein dag:

 

  • Byrja dagin við eini té meditatión 
  • Qigong 
  • Borðreitt verður við smoothie’s
  • Sorna/avspenning/meditera 
  • Egin tíð
  • Brunch 
  • Sorna/avspenning/meditera 
  • Egin tíð
  • Gongutúr 
  • Nátturði
  • Mildar Qigongrørlsur, Qimassasja og eftirmeting av degnum

Ein nágreinilig skrá verður send ein mánað fyri at vit møtast á Casa de Cura.. Skráin er fleksibul og tað kunnu koma smærri broytingar í, alt eftir umstøðunum.

Írokna, við ferðing úr Keypmannahavn til Faro/Algave tur/retur eru:

Flogferð úr CPH til Faro og retur 

Flutningur frá flogvøllinum í Faro til hotellið og aftur

Innivist

Fulla pensión, tó uttan drykkivørður

Qigong venjingar

Meditatión 

Klangbað

Frálæra um dagsins evnir

Gongutúrar og sansatúrar

Miðja í móti at fara eina útferð til strondina, sum liggur út í móti Atlantshavinum, sum liggur umleið ein hálvan tíma frá Casa de Cura

Kostnaðurin:

Early bird kostnaðurin liggur úr 17.300,- kr fyri kamar saman við øðrum.

Við ynski um einakamar er kostnaðurin 19.300,- kr. 

Kostnaðurin fer upp 15. august við 1000,-kr fyri dupultkamar pr. persón og fyri einkultkamar. 

Depositum á 9000,- kr at gjalda við tilmelding og restin av upphæddini verður goldin í seinasta lagið 5 vikur áðrenn fráferð.. Tað ber til at gera avtalu, um ein ynskir at gjalda í minni upphæddum yvir fleiri ferðir. 

Trygginarviðurskiftir:

Vil viðmæla at ein hevur síni tryggingarviðurskifti í lagið áðrenn farið verður.

Við avbestilling: 

  1. Verður neyðugt at avlýsa ferðina vegna Sansa. fáa luttakarnir alt endurgoldið. 
  2. Depositum verður ikki goldið aftur um ein meldar frá. 
  3. Um neyðugt verður at avbestilla vegna statsligar tvungnar evakueringar ella um lond lukka niður, verður einki endurgoldið.

Tú ert tryggja eitt pláss tá tú hevur goldið depositum.

Ynskir tú at vita meir:

Ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við meg á sansa@sansa.fo ella á messenger á facebooksíðini.

Fólk siga frá, um teirra uppliving á okkara retreat

Vit vita at hetta er ein stór avgerð og at okkara orð kanska ikki er nokk, tí ber til at lesa um hvussu onnur hava uppliva tænastu okkara.
Eitt deiligt og minniríkt uppihald á Qigong-retreat.
 
Tað sum stendur sterkast eftur eru fyrst i fremst friðin inni í og uttanum “La casa del Pantano”.
 

Fyri meg var tað sera gott, at eg bara skuldi fyrihalda meg til tey fáu fólkini, sum vóru í ferðalagnum, Julia og Julio. 

Neytabjellurnar og fuglasangurin virkaðu avslappandi uppá meg og góðu ein meditativan stemning. 

Úr programminum vóru serliga morgun-qigong-venjingarnar hugtakandi.
 
Skrivar Turið m.a.

“Ein undirvísari, ein ferð, eitt stað, ið eg gevi mítt allarbesta viðmæli🌸.

Havi verið við 2 ferðir og teknað meg til 3. ferðina”.

Annika W. J.

“Eftir at vera komin heim, havi eg bara haft jaligar tankar um túrin.

Tað sum stendur sterkast í minninum eru gongutúrarnir – serliga

tann í tøgn, til Orba. Fx føldi meg trygga saman við tykkum, hóast

eg var ”inni í mær sjálvari”. Um eg hinvegin hevði gingið túrin

einsamøll, so hevði eg følt ein fjáltur á mær, tí økið var ókent.”

“Eg kann leggja afturat, at eg roykti mína seinastu sigarett á

flogvøllinum í Alicante áveg til retreatið og eri enn roykfríð. Havi

ikki brúkt nakað fyri at leggja av. Andadráttsøvilsini hava haft

jaligan virknað, og eg geri tey minst eina fer um dagin”

 

Annika J.

Ein øðrvísi heystfrítíð, har eg saman við góðum fólki havi sansað nýtt umhvørvi, náttúru í vøkrum litbrigdum og við fjølbroyttum angum. Sansað menniskjuni kring meg. Og fram um alt, sansað kropp og sinn – hoyrt mínar egnu tankar og kent okkurt av tí, sum rørir seg djúpt har inni onkrastaðni ímillum ótta og vón, sannroyndir og dreymar. Ein friður, sum er trupul at unna sær í einum ófriðarligum órættvísum heimi, so fyltur við neyð og vesaldómi. Men sum eisini er so fullur av vakurleika, vónum og menniskjum, sum vilja og kunnu broyta heimin til tað betra.
 
Lívið er løtur, segði omma altíð, og henda vikan var fylt við góðum løtum í húsunum við byrgingina – Casa del Pantamo – í La Vall de Laguar. Julio og Julia, faðiri og dóttir, reka hetta lítla hotellið, og teybæði eru teir inniligastu og blíðastu vertirnir, ið ein kann ynskja sær.
 
Morgunin byrjaði snimma við qigong á einari fløtu við oliventrøum, ímeðan sólin spakuliga reis og kroppurin vaknaði til dagsins verk. Síðani ein góðan morgunmat frá Juliu og Julio ❤ So at sodna við djúpum andadrátti og avslapping. Langar gongutúrar á smølum gøtum í náttúruni. Stillar løtur undir stjørnuhimmalinum. Hugnaligt prát. Lokalan mat við bestu rávørum í tryggari samveru.
 
Fullkomiliga niður í ferð í nakrar dagar. Og nú mundi eg gloymt mýggjabitarnir, sum leskaðu sær á bleikum holdi, og mintu á ófullkomileikan.
 
Inniliga takk lívsvísa Kirstin Ellingsgaard og tit deiligu menniskju, sum vóru við á hesi, fyri mín part, so ókendu og gevandi ferð 🙏🏽❤️
 
Bjørt S.
 
Stutt lýsing av undirvísaranum:
 
Kirstin Ellingsgaard, hevur royndir við at skipa fyri “retreat” í Søldafiðri, við Gjógv og í Spanien.
 
Hon er Qigong instruktør frá Qigong Academy´inum og í gongd við eina Klangterapiútbúgving.
 
Heilsufakliga eri hon útbúgvin ergoterapeutur og hevur drúgvar royndir innan uppvenjing og rehabilitering frá hennara tíð á Landssjúkrahúsinum Eina tíð varð hon sett sum leiðari fyri ergoterapeutarnar á Landssjúkrahúsinum, har hon var við til at skipa arbeiðið har.
 
Hon hevur virkað innan heilsu- og fyribyrgjandi venjingum og tiltøkum fyri teimum eldru í Tórshavnar Kommunu.
 
Seinnu árini hevur hon verið sjávvirkandi vinnurekandi ergoterapeutur og loysir ymiskar fyrifallandi uppgávur innan ergoterapi, við m.a. undirvísing, ráðgeving og venjing. Harumframt, at hon hevur Qigonglið í leigaðum hølum í Havn og fyri ymiskar sjúkubólkar, eitt nú fyri Krabbameinsfelagnum.
🌸 🌿
 

Lorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit. Ut elit tellus, luctus nec ullamcorper mattis, pulvinar dapibus leo.

Shopping Cart