Qigong-retreat i Spanien 2025
La Vall de Laguar
Avmarkað pláss
Vit flúgva via Danmark 18. mai til Alicante og aftur til Føroyar via Danmark 24. mai. 2025.
Vit flúgva til Alicante, har vit verða heintað í floghavnini og koyra beinleiðis til “La Vall de Laguar”.
Endamálið við hesum retreatinum er at skapa møguleikar fyri totalari nærveru og hvíld ígjøgnum tær heilsufremjandi rørslurnar, mindfullness og meditatión, sum eru í qigong. Við meditatiónum og visualisering arbeiða vit við at optimera umstøðurnar fyri at sansa og fáa nervalagið at sissast. Har tú far skapt tær meira orku (Qi) við betri heilsu, leking og lívsmegi.
FINN TÍNA ORKU OG FÁ MEIRA JAVNVÁG OG GLEÐI INN TIL TÍTT LÍV.
Ein væl uppiborðin steðgur frá einum gerandisdegi við skjótleika og broytingum, til at fáa tíð til at vera, har vit samstundis kveikja vitalitet og njótilis frá teimum róligu rørslunum og friðin, sum er í náttúruni.
SINNIS RÓ – QIGONG RØRSLA – SANSA – NÁTTÚRA – VITALITET – LJÓÐHEALING – NJÓTILSI – KVIRRA
Tú fær:
Dagligar Qigong-venjingar morgun og kvøld
Meditationstími dagliga
Andadráttsvenjingar
Klangmeditatión
Undirvísing við ymsum evnum, sum eru relaterað til Qigonglæruna
Haraftrat fært tú innlit í læruna um Qigong við einum sunnum kroppi og sinni í huga.
Qigongløturnar eru við til at skapa ein innara frið og kensluna av at vera í javnvág.
Mindfulness ber í sær at geva sær far um núið og sansa løtuna og umstøðurnar, tú ert í. Mann hevur kannað vísindaligu árinini af mindfullness, ið ger sítt til at flyta sinnið burtur frá órógvi, ørkymlan, stúran og angist. Tað vísir seg at vera lykilin til at føla meiri eydnu og gleði.
Skipað verður fyri gongutúrum í tí nátturuvakra landslagnum rundanum. Haraftrat eru eisini fríløtur, har tú kanst fara onkran gongutúr og varnast tað vakra umhvørvi og finna hvíld við svimjihylin.
- Byrja sama dag, vit eru komin, við introduktión og eitt kvøldarqigong.
- Dagligar Qigong-venjingar morgun og kvøld
- Meditation mindfullness og visualisering
- Undirvísing við ymsum evnum, sum eru relaterað til Qigonglæruna
- Góður køkur har tú fær heilsugóðan mat og alt, ið hartil hoyrir
- Egið bað
- Spennandi gongutúrar í tí vøkru nattúruni, umframt vitja eitt serstakt søguligt stað
- Udferð til strondina
- Avslappaðar løtur við svimjihylin og gongutúr í naturvakra umhvørvinum .. og godt selskab
Tú kanst bíleggja ymiskar avslappandi massasjur, Raindrops ella bindivevnsmassasju ella Klang massagu.
Ein nágreinilig skrá verður send ein mánað fyri ferð úr Føroyum.
Um staðið:
Hetta retreat verður hildið uppi í fjøllunum á lítla hotellinum sum liggur í “La Valle de Laguar”dalinum. Eitt sera vakurt fjallalendi, har tú kan vænta tær eitt fjálgt og hugnaligt uppihald. Øll kømur hava udsýni yvir teimum Valensisku fjøllini.
Tú kann lesa meir um hotellið inni á teirra heimasíðu:
Kostnaðurin fyri allan túrin:
- Ferðini úr Føroyum, via Danmark aftur og fram
- At fáa innivist í 6 nætur
- Fuld pension
- Flutningur við privatbussi úr floghavnini í Alicante til retreatstaðið.
- Qigongvenjing og meditation
- Undirvísing i Qigong og mindfullness
- Guidaðar gongutúrar og sansatúrar
- Ein útferð til strondina “Costa del Blanca”, ið liggur ein hálvan tíma frá retreatstaðnum.
KOSTNAÐURIN ÙR 23.600,-kr:
EARLY BIRD 22.200,- kr við tilmelding áðrenn 6. februar 2025.
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Kirstin á 219123
Altíð ein møguleiki fyri at ganga ein túr, svimja í hylinum vm.
Kl. 8.00 – 10.00 Byrja dagin við mildum rørslum
Kl. 10.00 – 11.00 Ein lætan og god morgunmat
Kl. 11.00 – 11.45 Visulaisering, meditation, mindfullness.
Kl. 14.00 – 15.00 Brunch og siesta
Kl. 16.00 – 18.30 Gongutúr
Kl. 20.00 – 21.00 Døgurði
Kl. 21.00 – 22.00 Mildar Qigongrørlsur, Qimassage og eftirmeta dagin.
Tann eina dagin verður farið til stondina aftaná morgunmatin.
Skráin er fleksibul og tað kunnu koma smærri broytingar í, alt eftir umstøðunum.
Stutt lýsing af undirvísaranum:
Kirstin Ellingsgaard
Hevur royndir við at skipa fyri “retreat” við Gjógv. Hon hevur eisini er en partur af ferðaliðnum, tá Sólorka tilbyder setur um várið og heystið, har hon saman við øðrum hava skipad fyri rørsluvejningum har..
Hon er Master i Qigong frá Qigong Academy´inum í Odense.
Heilsufakliga eri hon útbúgvin ergoterapeutur og hevur drúgvar royndir innan uppvenjing og rehabilitering frá hennara tíð á Landssjúkrahúsinum og Fredrekisberg Hospital. Eina tíð varð hon sett sum leiðari fyri ergoterapeutarnar á Landssjúkrahúsinum, har hon var við til at skipa arbeiðið har. Hon hevur virkað innan heilsu- og fyribyrgjandi venjingum og tiltøkum fyri teimum eldru í Tórshavnar Kommunu.
Seinnu árini hevur hon verið sjávvirkandi arbejdsrekandi ergoterapeutur og loysir ymiskar fyrifallandi uppgávur innan ergoterapi, við ma undirvísing, ráðgeving og venjing af børnum og fólkum við ymiskum førleikamissi, hondskaða, gikt, apoplexia cerebri, Parkinson vm
Luttakarar hava sagt:
“Tú ert ein framúrskarandi undirvísari, sum megnar at taka júst røttu atlit til støðuna og viðbrekni hjá okkum luttakarum.
“Eg dugi ikki at seta orð á, men hetta eru ein af bestu upplivingunum í mine lívi og fyri meg sigur tað ikki so lítið. Men eg kann royna: at kenna ró, at venja og hugsa um takksemi, at ongin kravdi nakað av mær, ikki at hava pliktir, at hava so lekkurt kamar/baðiverilsi og búgva á hesum fantastiska staði hjá Julio og Julia, hitin, náttúran, samveran við tykkum allar, matarløturnar og maturin, útferðirnar, Ja, tú sært – alt.”
Annika WJ
“Eftir at vera komin heim, havi eg bara haft jaligar tankar um túrin. Tað sum stendur sterkast í minninum eru gongutúrarnir – serliga tann í tøgn, til Orba. Fx føldi meg trygga saman við tykkum, hóast eg var ”inni í mær sjálvari”. Um eg hinvegin hevði gingið túrin einsamøll, so hevði eg følt ein fjáltur á mær, tí økið var ókent.”
“Eg kann leggja afturat, at eg roykti mína seinastu sigarett á flogvøllinum í Alicante áveg til retreatið og eri enn royfríð. Havi ekki brúkt nakað fyri at leggja av. Andadráttsøvilsini hava haft jaligan virknað, og eg geri tey minst eina fer um dagin”
Anna J.
Ein øðrvísi heystfrítíð, har eg saman við góðum fólki havi sansað nýtt umhvørvi, náttúru í vøkrum litbrigdum og við fjølbroyttum angum. Sansað menniskjuni kring meg. Og fram um alt, sansað kropp og sinn – hoyrt mínar egnu tankar og kent okkurt av tí, sum rørir seg djúpt har inni onkrastaðni ímillum ótta og vón, sannroyndir og dreymar. Ein friður, sum er trupul at unna sær í einum ófriðarligum órættvísum heimi, so fyltur við neyð og vesaldómi. Men sum eisini er so fullur av vakurleika, vónum og menniskjum, sum vilja og kunnu broyta heimin til tað betra.
Lívið er løtur, segði omma altíð, og henda vikan var fylt við góðum løtum í húsunum við byrgingina – Casa del Pantamo – í La Vall de Laguar. Julio og Julia, faðiri og dóttir, reka hetta lítla hotellið, og teybæði eru teir inniligastu og blíðastu vertirnir, ið ein kann ynskja sær.
Morgunin byrjaði snimma við qigong á einari fløtu við oliventrøum, ímeðan sólin spakuliga reis og kroppurin vaknaði til dagsins verk. Síðani ein góðan morgunmat frá Juliu og Julio. So at sodna við djúpum andadrátti og avslapping. Langar gongutúrar á smølum gøtum í náttúruni. Stillar løtur undir stjørnuhimmalinum. Hugnaligt prát. Lokalan mat við bestu rávørum í tryggari samveru.
Fullkomiliga niður í ferð í nakrar dagar. Og nú mundi eg gloymt mýggjabitarnir, sum leskaðu sær á bleikum holdi, og mintu á ófullkomileikan.
Inniliga takk lívsvísa Kirstin Ellingsgaard og tit deiligu menniskju, sum vóru við á hesi, fyri mín part, so ókendu og gevandi ferð.
Bjørt S.