Um Meg
“Eg havi ein dreym um at náa út til so nógv fólk sum yvirhøvur møguligt. Alt frá teimum sum líða undir sansadeprivatión til tey, sum hava avbjóðingar við tí øvugta og øll tey har í millum sum annars stríðast og hava avbjóðingar við at koma niður í ferð.”
30 ára royndir innan Ergoterapi
Útbúgvin Ergoterapeutur og Qigong instruktør
Eg havi 30 árs royndir innan ergoterapi, serstakliga innan uppvenjing av heilaskaddum, við parkinsonskjúklingum og innan fyribyrjandi og heilsufremjandi venjingar og øðrum fyribyrgjandi tiltøkum.
Eg bleiv útbúgvin ergoterapeutur í 1990 og starvaðist eftir lokna útbúgving á Frederiksberg Hospital á Fysiurgisku deild í 2 ár. Síðani var eg við til at uppbyggja ergoterapideildina á Somatiska deild á Landssjúkrahúsinum, har eg var leiðari í 9 ár.
Eftir 17 ár á Landsstjúkrahúsinum avgjørdi at leita nýggjar leiðir og arbeiddi í 9 ár hjá Tórshavnar Kommunu innan heilsufremjan og fyribyrging, eitt sera spennandi og mennandi arbeiði. í 2018 tá eldraøki bleiv flutt yvir til kommurnar fall mítt starv meir og minni burtur og eg valdi at siga meg úr starvi. Í dag arbeiði eg sum sjálvstøðugur ergoterapeutur og sum Qigong venjari. í mínum dagliga yrki í dag riggar sera væl at tvinna hesar lærugreinar.
Eg eiti Kristin Ellingsgaard

1990 - 2009
1990 - 1992 Frederiksberg Hospital á Fysiurgisku Deild
1992 - 1998 Somatiska Deild á Landssjúkrahúsinum (LS). Eg var við til at uppbyggja ergoterapideildina á LS. Úr ongum til at blíva eitt viðurkent fak á støðið við hini fakini.
1998 - 2007 Leiðari fyri Somatisku og Psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum (LS). Eg var saman við dugnaligum ergoterapeutum var við til at fremja eina framhaldandi menning av ergoterapifakinum á LS.
2006 – 2008 Mínar familjuumstøður broyttust so brádliga tá maður mín gjørdist sjúkur av krabbamein í 2006 og doyði sama ár, og arbeiði kravdi meir og meir tá ergoterapideildirnar skuldu sundurskiljast og vit skuldu undir depilsleiðslu á Landssjúkrahúsinum, samstundis sum børnini høvdu meir og meir brúk fyri at eg var heima um tey. Tí valdi eg at fara av LS og finnað aðrar leiðir har eg kundi arbeiða niðursetta tíð.

2009 - Nú
2009 - 2019 Fekk arbeiði í Tórshavnar Kommunu fyrst eitt projekt starv og síðan fast starv inna Heilsufremjan og Fyribyrging, har eg var við til at byggja heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk upp fyri eldri borgarar í Havn. Samanleggingin av eldraøkinum var við til at at eg í 2018 valdi eg at siga meg úr starvi.
í dag eigi og reki eg fyritøkuna Sansa, sum veitir ergoterapeutiskar tænastur til børn og eldri og onnur við avbjóðingum í gerandilívinum, undirvísi m.a. skrivstovufólkog onnur til ein sunnari og glaðari arbeiðsdag har dentur verður lagdur á kropsburð, aktivitetir, sansastimbran, og rørslur.